Treytir og dátuvernd
Seinast dagført: 27. februar 2026 – Valið.fo
1 Um Valið.fo
Valið.fo er ein óheftur, talgildur miðil, har rithøvundar, valevni og borgarar kunnu leggja út og deila greinar, lesarabrøv og valkunngerðir um føroyskan politikk. Valið.fo verður rikið av einum privatpersóni og er ikki knýtt at nøkrum politiskum flokki, fyritøku ella almennum stovni.
2 Ábyrgdaravmarking
Valið.fo hevur bert ábyrgd av tí tilfari, sum ritstjórnin sjálv leggur út. Alt annað tilfar – herundir greinar, lesarabrøv og kunngerðir – er skrivað av uttanhýsis rithøvundum og umboðar einans teirra egnu sjónarmið.
Valið.fo er ein opin og uttanveltaður pallur og kann tí ikki verða hildin løgfrøðiliga ábyrgdur fyri:
- skeivar ella villleiðandi upplýsingar í tilfari frá rithøvundum
- politiskar útsagnir ella persónlig sjónarmið, sum verða sett fram í greinunum
- innlegg, ið kunnu kennast særandi, ósømiligt ella óhóskandi
- innihald á øðrum heimasíðum, sum vit vísa til ella leinkja til
Rithøvundar bera sjálvir fulla løgfrøðiliga og persónliga ábyrgd av sínum egna tilfari.
3 Rætting og striking av tilfari
Valið.fo tilskilar sær rætt til at rætta, strika ella nokta tilfari, sum:
- greitt brýtur galdandi lóg
- inniheldur persónlig álop, hóttanir, grovan málburð ella hatursfulla talu
- er lagt út við vilja til at villleiða og skaða einstaklingar ella fyritøkur
- brýtur dátuverndarlógina (GDPR)
- sambært dómsúrskurði skal takast burtur
Ynskir tú at fáa okkurt rættað ella strikað, kanst tú skriva til hey@valið.fo. Vit viðgera áheitanir skjótast til ber og í samsvari við galdandi lóg.
4 Brúkarakontur og innriting
Tú hevur sjálvur ábyrgd av at ansa væl eftir tínum loyniorði og tryggja, at tín konta ikki verður misnýtt. Kontur, sum bróta hesar treytir, kunnu verða stongdar uttan frammanundan fráboðan.
5 Privatlív og persónsupplýsingar
Valið.fo goymir einans tær upplýsingar, sum tú sjálvur letur okkum, tá tú stovnar eina kontu – tað vil siga navn, teldupostadressu og møguligt flokstilhoyri (um tú velur at upplýsa tað).
Hesar upplýsingar verða einans brúktar til at reka og menna tænastuna og verða ongantíð seldar. Upplýsingar verða ikki latnar víðari til triðjapart, uttan tá lóg krevur tað.
Við tínum samtykki brúka vit Google Analytics til at savna hagtøl um vitjanir á síðuni. Les meira í okkara farsporreglum (cookies).
Tú hevur altíð rætt til at fáa innlit í, rætta ella fáa strikað tínar persónsupplýsingar. Skriva til hey@valið.fo.
6 Galdandi lóg
Hesar treytir fylgja føroyskari lóg. Ósemjur, sum ikki kunnu loysast við semju, skulu leggjast fyri Føroya Rætt.
7 Broytingar
Valið.fo tilskilar sær rætt til at broyta hesar treytir. Dagfestingin omanfyri vísir altíð, nær treytirnar seinast eru dagførdar. Brúkar tú síðuna eftir at broyting er gjørd, verður tað mett sum góðkenning av nýggju treytunum.
Samband
Spurningar um treytir, privatlív ella striking av tilfari:
hey@valið.fo