Aftur
Claus
D

Claus í Grund

Sjálvstýrisflokkurin

Gerandisdagurin eitt fíggjarligt puslispæl

16. March 2026, 06:10  •  157 vísingar

Fyri nógv fólk í Føroyum er gerandisdagurin vorðin eitt fíggjarligt puslispæl. Húsaprísir og leiguprísir hækka, og fyri lág- og miðallønt er tað alsamt truplari at fáa fótafesti á bústaðarmarknaðinum. Tað krevur politiskar loysnir og ikki bara tóm lyfti.


Fleiri munnu kenna seg aftur í, at gerandisdagurin er vorðin eitt fíggjarligt puslispæl. Tú skalt hava tak yvir høvdið, mat á borðið og pening til rokningar. Um tú ert so heppin at eiga ein bil, so eru eisini útreiðslur tengdar at tí.

Við vaksandi húsaprísum er ringt at fáa lán í bankunum hjá lág- ella miðalløntum. Her skalt tú nemliga hava eginpening á uml. 7–10 prosent. Hjá teimum, ið hava eitt sterkt bakland er møguleiki fyri at seta fitt av peningi til síðis, men langt frá øll hava eitt sterkt bakland.

Hesi hava ikki nógvar aðrar møguleikar enn at blíva ein partur av alsamt vaksandi leigumarknaðinum, sum er sterkt ávirkaður av spekulantum, sum vilja vinna sær nakrar krónur til at fíggja teirra vælferð.

Útboð og eftirspurningur gongur hond í hond, og við einum eftirspurningi, sum ikki gongur í takt við útboðið, so koma leiguprísirnir bara til at hækka, um altso eingin broyting kemur í.

Flest øll valevni lova, at hetta er nakað, ið tey ætla sær at gera nakað við, men fá av teimum koma við nøkrum konkretum loysnum.

Sjálvstýri hevur konkretar loysnir á trupulleikanum, men hesar loysnir verða umskapaðar til “ræðusøgur” av hinum flokkunum. Og summi hava valt at brúka hesar “ræðusøgur” sum teirra persónliga slogan.

Her vísa tey á, at tey eru ikki fyri valskránni hjá lista D. Helst hevði komið meira burturúr, um alternativar loysnir heldur vóru skaptar enn at koyra upp á eina anti-kampagnu!?

Ætlaði ognarskatturin, sum Sjálvstýri metir vera eina av loysnunum kemur landinum til góðar og stuðlar upp undir ein sunnan búskap. Hann rakar ikki tann vanliga borgaran, men spekulantin, sum keypir inn undir seg, og sum er við til at pressa húsaprísin upp eftir.

Ognarskattur verður ikki kravdur av tínum bústaði! 


Umframt hetta vilja vit eisini broyta rentustuðulin, so at hann heldur verður ein býlisstuðul, sum ikki bara kemur teimum vælbjargaðu til góðar, men kemur øllum til góðar. T.v.s. at munu rverður ikki gjørdur á, um tú leigar ella eigur.

Vit vilja ikki bara verða ein RØDD á tingi, men ein LOYSN.

 

X við Claus​

X við D

Deil hesa greinina: